Wikiversity

Rætta leinkjur

1900 (MCM) var sambært gregorianska kalendaranum ikki eitt leypár, men sum undantak eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi.

Hendingar

27. februar - Fótbóltsliðið F.C. Bayern verður stovnað í München í Týsklandi.

6. mars - Ein kolaminuspreinging í West Virginia í Amerika hevur við sær, at 50 menn lata lív.

14. apríl - Heimssýningin letur upp í París í Fraklandi. Millum annað verður fyri fyrstu ferð víst fram: parisarahjól, dieselmotorar, telefon og rullutrappur.

2. juli - Fyrsta flogferð við luftskipi (Zeppelin). Flogið verður yvir vatnið Bodesee tætt við Friedrichshafen í Týsklandi.

8. september - Melduródnin Galveston. Størsta melduródnsvanlukka í Amerika nakrantíð hevur við sær, at 8 000 fólk lata lív.

Føðingar

Andlát

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið