LIMSwiki
Contents
Eystan Uralfjøll er Siberia (russiskt; Сиби́рь) - Russiski parturin í Ásia. Ovurstórur, mest sum óbygdur landspartur, ið er heilt eystur at Kyrrahavi. Meginparturin av Siberia er tættur nálaskógur, ið russar nevna taiga. Í hesum breiða og langa skógarbelti er fjórðingurin av øllum viði í heiminum. Longri norður vir koma, tynri verður skógurin, tí veðurlagið verður kaldari. Norðan fyri skógarmarkið eru frostmýrarnar (tundra), har er frost í jørðini alt árið.
Í Siberia eru nógv ráevni, til dømis gull, olja, uran og gimsteinar.
Dýralívið
Skógirnir í Siberia eru sannur kovi og gott skjól hjá dýrum, til dømis rein, bjørn og íkorni, teir longu og køldu veturmánaðirnar. Her livir eisini størsti tikari í heiminum, kongatikarin ella siberiatikarin. Hann hevur ógvuliga tjúkkan feld.