Bioinformatics Wiki
Contents
Appearance
1908 (MCMVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi.
Hendingar
- 2. februar - Løgtingsval
- 24. januar - Robert Baden-Powell útgevur bókina Scouting for Boys í London. Bókin kemur at selja yvir 100 miljón eintøk, og verður byrjanin á altjóða skóta arbeiði.
- 27. mars - Fyrsta skótapatrúlja uttanfyri England verður stovnað á Gibraltar.
- 21. apríl - Frederick Cook heldur tí fram at hava rokkið Norðurpólin á hesum degi.
- 27. apríl - 31. oktober - Summar-OL í London í Englandi.
- 8. august - The Hoover Company frá Ohio í Amerika, ognar sær rættin til nýggja dustsúgvarin, sum James M. Spangler júst hevur uppfunnið.
- 17. august - Fyrsti teknifilmurin verður framleiddur av Émile Cohl. Filmurin kallast Fantasmagorie.
- 27. september - Henry Ford framleiðir fyrsta bilin av slagnum Model T í Michigan í Amerika.
- 15. november - Kongoríkið verður belgiskt hjáland.
Ókend dagseting
- Tíðindablaðið Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne verður útgivið fyrstu ferð.
- Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik byrjar rutusigling inn á Skálafjørðin og norður gjøgnum Sundalagið.
- 40.000 ára gomul beinagrind verður funnin av Otto Hauser í suðvestur Fraklandi.
- Ólavur á Heygum ger fyrstu roynd við ravmagni í Føroyum.
Ítróttur
Fótbóltur
Føðingar
- 9. januar - Simone de Beauvoir, franskur heimspekingur og rithøvundur (d. 1986)
- 7. mars - Anna Magnani, itolsk sjonleikarinna (d. 1973)
- 5. mars - Rex Harrison, enskur sjónleikari (d. 1990)
- 5. apríl - Bette Davis, amerikonsk sjonleikarinna (d. 1989)
- 11. apríl - Enver Hoxha, albanskur politikari (d. 1985)
- 24. apríl - Józef Gosławski, pólskur myndahøggari. (d. 1963)
- 28. apríl - Oskar Schindler, týskur handilsmaður (d. 1974)
- 30. apríl - Bjarni Benediktsson, íslendskur forsætismálaráðharri (d. 1970)
- 2. mai - Joseph McCarthy, amerikanskur politikari (d. 1957)
- 20. mai - James Stewart, amerikanskur sjónleikari (d. 1997)
- 30. mai - Mel Blanc, amerikanskur sjónleikari (d. 1989)
- 28. mai - Ian Fleming, bretskur rithovundur (d. 1964)
- 28. juni - Salvador Allende, kilenskur politikari og forseti í Kili 1970-1973. (d. 1973)
- 8. juli - Nelson Rockefeller, amerikanskur varaforseti (d. 1979)
- 5. august - Harold Holt, avstralskur politikari (d. 1967)
- 27. august - Lyndon B. Johnson, amerikanskur forseti (d. 1973)
- 8. september - Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður og rithøvundur (d. 1996)
- 13. oktober - Steinn Steinarr, íslenskt skald. (d. 1958)
- 28. oktober - Theodor Thomassen, elsti føroyingur nakrantíð (d. 2016).
- 11. desember - Hákun Djurhuus, løgmaður 1963-1967. (d. 1987)
- 11. desember - Manoel de Oliveira, portugisiskur leikstjóri (d. 2015)
Andlát
- 1. februar - Karl 1. av Portugal, portugisiskur kongur (f. 1863)
- 1. februar - Ludvík Filip av Portugal, portugisiskur krúnprinsur (f. 1887)
- 22. apríl - Henry Campbell-Bannerman, skotskur politikari (f. 1836)
- 21. juni - Nikolai Rimski-Korsakov, russiskt tónaskald (f. 1844)
- 24. juni - Grover Cleveland, amerikanskur forseti (f. 1837)
- 25. august - Henri Becquerel, franskur alisfrøðingur (f. 1852)
- 14. november - Guangxu, kinverskur keisari (f. 1871)