Type a search term to find related articles by LIMS subject matter experts gathered from the most trusted and dynamic collaboration tools in the laboratory informatics industry.
| |||
Tjóðarslagorð: Accomplishment through Joint Effort | |||
Tjóðsangur: Forever Marshall Islands | |||
Alment mál | Marshalloyskt, enskt | ||
Høvuðsstaður | Majuro | ||
Forseti | Hilda Heine | ||
Átrúnaður | Kristindómur 97,50 % Aðrir 2,50 % | ||
Fullveldi | 21. oktober 1986 (frá USA) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
181,42 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
54 600 301/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari | ||
Tíðarøki | UTC +12 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mh | ||
Telefonkota | +692
| ||
Marshalloyggjar (marshalloyskt: Aolepān Aorōkin M̧ajeļ, enskt: Republic of the Marshall Islands) eru oyggjaland í Oseania. Marshalloyggjar hava bara umleið 54 túsund íbúgvarar (des. 2011). Størsti býurin og høvuðsstaður er Majuro. Majuro hevur umleið 26 túsund íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, marshalloyskt og enskt. Miðallívsævin í landinum er 73,03 ár. 6,3 prosent av fólkinum eru ikki lesifør.
Marshalloyggjar hevur verið hjáland hjá USA. Landið gjørdist fullveldi og lýðveldi 21. oktober 1986. Marshalloyggjar hevur enn nógv samband við USA.
Marshalloyggjarnar eru limir í Compact of Free Association við Sambandsríki Amerika. Íbúgvar á Marshalloyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum.
Marshalloyggjarnar eru tilsamans 1.152 oyggjar. Oyggjarnar eru 176 km2 spreiddar yvir eitt øki pá 1 millión km2. Móti suðureystri finna vit millum annað Jaluit, Kwajalein, Rongelap, Bikini og Enewetak. Norðaru oyggarnar fáa minni avfall enn tær sunnaru oyggjarnar.
Eini 62,000 fólk búgva í Marshalloyggjum, ið eru sum hálv Streymoy til víddar.
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
Melanesia : Fidjioyggjar · Papua Nýguinea · Nýkaledónia · Sálomonsoyggjar · Vanuatu
Mikronesia : Guam · Kiribati · Marshalloyggjar · Norðaru Marianaoyggjar · Mikronesiasamveldið · Nauru · Palau
Polynesia : Amerikanska Sámoa · Cooksoyggjar · Franska Polynesia · Hawai'i · Nýsæland · Niue · Pitcairnoyggj · Sámoa · Tokelau · Tonga · Tuvalu · Wallis- og Futunaoyggjar