Knowledge Base Wiki

Search for LIMS content across all our Wiki Knowledge Bases.

Type a search term to find related articles by LIMS subject matter experts gathered from the most trusted and dynamic collaboration tools in the laboratory informatics industry.

Capitol, har Kongressin heldur til.

Kongressin í USA (enskt: United States Congress) er lóggevandi valdið í USA. Kongressin hevur tvey kømur: Senatið, sum hevur 100 limir og Umboðsmannatingið (House of Representatives), sum hevur 435 limir. Hvør statur í USA hevur tveir senatorar og - alt an uppá tal av íbúgvum - millum 1 og 53 limir í Umboðsmannatinginum. Harumframt sita fimm útnevnd frá hjálondunum hjá USA í eitt tvey-ára tíðarskeið, umframt ein kommiserur, sum situr í eitt fýra-ára skeið. Hesir seks persónarnir hava ikki atkvøðurætt. Kongressin hevur ábyrgdina fyri fíggjarmálum, serliga mál sum viðvíkja fíggjarætlan, verju av USA, landsins almennu viðurskifti og regulering av handilsavtalum við onnur lond. Harumframt fastsetir Kongressin tær yvirorðnaður rammurnar fyri tær lóggevandi stjórnirnar í lutastatum USA's. Tað merkir, at hvør einstakur lutastatur framhaldandi hevur sjálvavgerðarrætt, sum vísir seg í ymiskum konkretum lógum. Umframt tær lóggevandi funktiónirnar hevur Kongressin makt til at kanna og føra eftirlit við tí útøvandi maktini - við forsetanum og hansara umsiting. Kongressin hevur ekslusiva makt til at byrja ríkisrættarmál móti forsetanum, dómarum og øðrum embætismonnum í føderalum regi - tvs. hesi hoyra ikki til lutastatirnir.

Keldur


Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið