Type a search term to find related articles by LIMS subject matter experts gathered from the most trusted and dynamic collaboration tools in the laboratory informatics industry.
Í støddfrøði og í teldufrøði er ein algoritma ein sjálvstøðug mongd av atgerðum (operatiónum), ið skulu avrikast stig fyri stig.
Ein algoritma er ein uppskrift til at loysa ein trupulleika á ein ávísan hátt, og sum útvegar eina loysn uttan mun til hvussu støðan hjá tí ávísa trupulleikanum sær út. Eitt dømi kundi verið ein neyv frágreiðing av, hvussu eitt kortspæl verður sorterað, uttan mun til hvussu kortini upprunaliga liggja.
Vit taka eitt dømi. Vit skulu vita hvussu eitt kortspæl verður skilt uttan mun til byrjunarstøðuna. Tað kundi verið gjørt soleiðis:
Hendan algoritman kallar seg sjálva, soleiðis at ein skal gera hana aftur og aftur við alsamt minni bunkum, inntil tað bert eru tvey kort eftir, sum verða løgd saman.
Sjálvt um orðið hevur sín uppruna úr arabiskum, komu tær fyrstu algoritmurnar frá gamla Grikkalandi. Millum týdningarmestu dømini finnast m.a. sílan hjá Eratosthenes til at finna primtøl, ið varð umrødd í bókini Innførsla til talfrøði eftir Nikomachos[1] og euklidiska algoritman til at finna størsta felags býtistal hjá tveimum náttúruligum tølum úr Elementunum hjá Euklid.[2] Ein tann elsta algoritman, sum viðger reell tøl er Archimedesar algoritma til at nærkast π.[3]
Algoritma kemur frá latínsku týðingini av eini bók, ið varð skrivað av al-Khwārizmī, ið var ein persiskur støddfrøðingur, stjørnufrøðingur og landafrøðingur. Al-Khwārizmī skrivaði eina bók við heitinum Um útrokningar av Hindiskum tølum uml. 825 e.Kr.f. , og var høvuðsorsøk fyri útbreiðsluna av tí indisku talskipanini ígjøgnum Miðeystur og Evropa. Hon var týdd til latín soljóðandi: Algoritmi de numero Indorum (á føroyskum: “Al-Khwarizmi um Hindisk tøl”). Heitið “algoritmi” í yvirskriftini av bókini gjørdist til heitið algoritma.[4]