Search for LIMS content across all our Wiki Knowledge Bases.
Type a search term to find related articles by LIMS subject matter experts gathered from the most trusted and dynamic collaboration tools in the laboratory informatics industry.
1. apríl - USA upplýsir tøl frá manntali 1990, og vísir at 248 709 873 íbúgvar eru í USA.
7. apríl - Eldur tekur seg upp umborð á ferjuni Scandinavian Star, sum siglir úr Noregi til Danmarkar. 158 lata lív.
17. mai - WHO, World Health Organization, strikar homoseksualitet sum sjúku. Hatta er fyrsta stig til viðurkenning av samkyndum, sum tó og serliga í Føroyum enn hava langt á mál.
19. mai - USA og Sovjetsamveldið avtala at gevast við at framleiða kjarnorkuvápn og at oyðileggja ein stóran part av kjarnorkuvápnunum, londini eiga frammanundan.
8. juni - Fyrsta sjónvarpsending verður send í HDTV (high definition TV), tá heimsmeistarakappingin í fótbólti verður send kring heimin. Evropa (miðalhúskið) fær tó ikki HD fyrr enn umleið 2004.
3. oktober - Týskland verður sameinað og eitt land, í staðin fyri Vestur- og Eysturtýskland. Landið velur at nýta flagg fyrrverandi Vesturtýsklands sum flagg sítt.
29. oktober - Norska samgongan við Jan P. Syse, forsætismálaráðharra á odda, fellur. Gro Harlem Brundtland tekur við sum forsætismálaráðharri 5 dagar seinni.
1. desember - Enskir og franskir arbeiðsmenn møtast mitt undir Ermasundi og fegnast um, at tað er landfast landanna í millum fyri fyrstu ferð í 8 000 ár.