Search for LIMS content across all our Wiki Knowledge Bases.
Type a search term to find related articles by LIMS subject matter experts gathered from the most trusted and dynamic collaboration tools in the laboratory informatics industry.
2014 - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25 000 krónur, onnur virðislønin er á 10 000 krónur, og triðja virðislønin er á 5 000 krónur. Eisini vórðu virðislønir latnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov gjørdist nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
2015 - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.