Infrastructure tools to support an effective radiation oncology learning health system
Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er ein býur á oynni Anglesey (Ynys Môn) í Wales. Býurin er kendur fyri at hava longsta staðarnavnið í Stórabretlandi og Europa. Býurin hevur eisini triðlongsta staðarnavnið í verðini.
Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er tað óalmenna navnið á býnum; tað almenna navnið er Llanfairpwllgwyngyll við "bert" tjúgu bókstavum (17 í tí walisiska stavraðnum, har "ll" og "ch" eru stakir bókstavir). Walisisktmælt fólk stytta navnið til "Llanfairpwll" og engsktmælt stytta tað til "Llanfair PG". Av staðbundna fólkinum verður býurin bara kallaður "Llanfair".
Býurin hevur eisini fingið heiðurin "longsta jarnbreytarstøðarnavn" í Guinness' Rekordbók.
Týdningurin á navninum er:
"Kirkja [Skt.] Mariu (Llanfair) [í] lægd (pwll) hvíta heslirunnsins (gwyngyll) tætt við (goger) stríða meldurstreymin [hylin] (y chwyrndrobwll) [og] kirkju [Skt.] Tysilio's (llantysiliso) við reyða hellið ([a]g ogo goch)".
Framburðurin av navninum er uml.: Hlan-vair pudl-guin-gidl go-gerø chuørn-drob-udl hlant-tøsilio go-go-goch - (sí Walisiskt mál)