Effects of the storage conditions on the stability of natural and synthetic cannabis in biological matrices for forensic toxicology analysis: An update from the literature
Contents
Appearance
Desember er 12. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar.
Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum decem, ið merkir tíggju. Desember var nevniliga tíggjundi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars.
Hendingar í desember
- 1. desember 1867 - Kunoyar kirkja verður vígd.
- 1. desember 1918 - Ísland fær fullveldi, men verður partur av Danmark til 1944.
- 1. desember 1955 - Afroamerikanska Rosa Parks gerst heimskend, tá hon noktar at geva sítt setur til ein "hvítan ferðandi" tá bussurin var fullur í Alabama, USA.
- 2. desember 1971 – Abu Dhabi, Ajman, Fujairah, Sharjah, Dubai og Umm al-Quwain sameinast í Sameindu Arábisku Emiratinar.
- 2. desember 1976 - Fidel Castro gerst forseti í Kuba.
- 2. desember 1993 – Kolumbiski rúsevnakongurin Pablo Escobar verður skotin til bana.
- 3. desember 1818 - Illinois gerst 21. statur USA.
- 3. desember 2011 - Leingingin av flogbreytini á Vága Floghavn frá 1.200 m til 1.799 m er liðug.
- 4. desember 1676 - Bardagin um Lund: Danski herurin leypur á Svøríki.
- 4. desember 1954 - Tann fyrsta Burger King matstovan opnar í Florida.
- 5. desember 1952 – Tjúkk toka leggur seg yvir London, blandast við luftdálkingini, og drepur í minsta lagi 12.000 fólk í vikunum og mánunum sum eftirfylgja.
- 6. desember 1917 - Finnland fær fullveldi frá Russlandi.
- 6. desember - tjóðardagur Finnlands
- 7. desember 1856 - Haldarsvíkar kirkja verður vígd.
- 7. desember 1941 - Skipið Sauternes, vanliga nevnt Jólaskipið, gongur burtur í Fugloyarfirði.
- 7. desember 1941 - Japansk flogfør leypa uttan ávaring á amerikansku herflotastøðina Pearl Harbor á Hawaii í Kyrrahavinum. Hetta er beinleiðis atvold til, at USA fer upp í Seinna Heimsbardaga.
- 7. desember 1995 - Dómkirkjan í Roskilde kemur upp á listan hjá UNESCO yvir mentanarskattirnar í heiminum.
- 8. desember 1907 - Gustav V gerst kongur av Svøríki.
- 8. desember 1974 - Fólkaatkvøða avtekur kongsvaldið í Grikkalandi.
- 8. desember 1980 - John Lennon verður skotin til bana uttanfyri bústað sín í New York City.
- 9. desember 1979 - Virusin Kopur (smallpox) verða staðfestur útdeyður. Hetta er fyrstu, og einastu ferð, tað eydnast at útrudda ein menniskjavirus.
- 10. desember 1901 - Fyrsta Nobelvirðislønin verður veitt í Svøríki.
- 10. desember 1936 - Edward VIII kongur av Bretlandi sigur frá sær trúnuna, fyri at kunna giftast Wallis Simpson.
- 10. desember 1948 - Mannarættindayvirlýsingin verður samtykt av Sameindu Tjóðum.
- 10. desember 1963 - Sansibar fær fullveldi frá Bretlandi.
- 10. desember 2002 - Vágatunnilin letur upp.
- 11. desember 1816 - Indiana gerst nítjándi statur USA.
- 11. desember 1941 - Seinni heimsbardagi: Týskland og Italia melda kríggj ímóti USA, sum samstundis meldar kríggj aftur í móti somu londum.
- 12. desember 1911 - Delhi tekur yvir frá Calcutta sum høvuðstaður India.
- 12. desember 1932 - Í sambandi við umbygging verður Haldarsvíkar kirkja endurvígd.
- 12. desember 2007 - Vágaportalurin verður settur á stovn.
- 25. desember - jóladagur
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |