Type a search term to find related articles by LIMS subject matter experts gathered from the most trusted and dynamic collaboration tools in the laboratory informatics industry.
Glas er eitt tilfar, ið vanliga er gjøgnumskygt og ikki serliga reaktivt, og orsakað av hesum verður tað nýtt til nógv ymisk endamál. Glas verður eitt nú brúkt í vindeygum, til at drekka úr, til goymslu og varveitan av veskum og matvørum, og í evnafrøði. Fólk hava altíð hildið glas vera vakurt tilfar, og tí hevur tað verið nógv brúkt innan brúkslist og list, t.d. brúkar føroyski listamaðurin Tróndur Patursson ofta glas tá hann prýðir bygningar, trappur o.a. Tað at framleiða glas er elligamalt, tað varð gjørt longu í bronsuøldini í Mesopotamia fyri nærum fimm túsund árum síðan, men tá var tað mest framleitt sum litaðar glasperlur. for snart fem tusen år siden, men da mest som fargede glassperler. Rómverjar høvdu eina rættiliga stóra framleiðslu av glasi, serliga av drekkisteypum og prýðislutum, tó brúktu teir ikki glas til vísund, brillur ella teleskop.
Vanliga er glas gjørt av kiseloksid (SiO2) sum eisini uppbyggir kvarts og sand. Kiseloksidið smeltar við 2.000 gradir Celsius. Vanliga skilja vit ímillum føst og flótandi evni, men glas er faktisk bæði og. Vanlig vindeygagløs verða gjørd av sandi, soda og kálk sum smeltast saman við umleið 1500 gradir Celsius. Eftir at tann flótandi glasmassin er køldur niður, storknar hann, men mótsatt fleiri øðrum sløgum av tilfari, so hendir hetta uttan at mýlini í glasinum verða læst først í einum krystalmynstri. Vit kunnu tí gott síggja glas sum eina vestu ið er undiravkøld.[1] Men tað er ein sera støðug veska, tí sjálvt um mýlini liggja hultur til bultur, so broytist struktururin í glasinum so at siga ikki.